Jóan Símun Edmundsson legði upp til málið til 2-1. Dysturin endaði tó við javnleiki.
Jóan Símun spældi allan dystin fyri eykaliði í kvøld, og hann legði upp til málið til 2-1, ið Wesley Ngo Baheng skoraði.
Á heimasíðuni skrivar Newcastle soleiðis: Faroe Islands midfielder Joan Edmundsson supplying the killer through pass for the Frenchman to smash into the top corner from eight yards.
Tað ljóðar sum ein góð avlevering, ið førdi til málið. Og er tað ikki júst ein tílíkur leikari, ið manglar á liðnum í dag? Ein miðvallari, ið kann senda vandamiklar avleveringar inn í feltið?
Vónandi fær Jóan Símun møguleikar í hópatal í framtíðini. Hann gerð tað í øllum føri stuttligari at vera Newcastle fjeppari.